FÓTBÓLTUR
Í gjárkvøldið vóru Wigan á vitjan hjá Liverpool, og har væntaðu teir sær onki serligt, men ørðvísi skuldi gangast teimum.
Fyrsta stigið
Wigan hevði áðrenn í gjárkvøldið, spælt fimm dystir móti Liverpool, og undan dystinum í gjár var fyrsta málið hjá Wigan enn á láni. Allir fimm undanfarnu hava endað við sigri til teir reyðu. Men í gjárkvøldið vístu Wigan at Liverpool eru ov sløsutir frammanfyri málmeskunum. Og samstundis fingu teir skavað sær eitt sera kærkomið stig í skjáttuna.
Góð gáva
Venjarin hjá Wigan, Steve Bruce, ið á sinni spældi í verjuni hjá Manchester United, er júst vorðin 47 ár, og neyvan kundi hann ynskt sær betur gávu, enn eitt stig á útivølli móti Liverpool. Tað stóð á gomlum naglum, tá Liverpool pressaðu móti einum ”drepara-máli” til 2-0, men Wigan verjan og málverjin høvdu hepnið við sær og kendu sína vitjunartíð í hinum endanum, tá Titus Bramble høgdi úr 16 metrum. Málið hjá Liverpool skoraði Fernando Torres.
City, Blackburn og Bolton
Hinir trýggir dystirnar í gjárkvøldið endaðu við sigri til favorittarnar. Á útivølli vunnu Manchester City sannførandi móti Newcastle, tá teir skoraðu eitt mál í hvørjum hálvleiki.
Evnaríki brasiliumaðurin, Elano, er sera væl dámdur í Onglandi, og hann má hava gjørt sær ein beina í gjár, tá hann hegnisliga skapti eina vandamikla støðu og beindi bóltinum í einum bleytum boga, í hornið, handa unga Joe Hart í City málinum.
Aðrastaðni vunnu bæði Blackburn og Bolton 1-0 sigrar á heimavølli. Málini skoraðu ávíkavist McCarthy og Giannakopoulos.
Úrslitini í gjárkvøldið vórðu:
Blackburn-Sunderland 1-0
Bolton-Derby 1-0
Liverpool-Wigan 1-1
Newcastle-Man City 0-2