Magnus Gunnarsson
Síðani seinasti Corolla kom á marknaðin, hevur tað verið ógvuliga ymiskt, hvat fólk hava hildið um útsjóndina á bilinum framman. Nú er fronturin á nýggjastu Corolla bilunum broyttur, so at hann líkist meira Avensis at síggja til, og verður ein bilur, sum flest øllum fer at dáma.
Multi Informatiónssystem
Innan eru eisini broytingar gjørdar. Setrini eru betri at sita í og stuðla væl, og alt er sum vanligt lætt at handfara. Trygdin í nýggja Corolla bilinum er á høgum støði. Bilurin hevur dupultairbag, síðuairbag, ABS-bremsur við EBD (Elektronic Brake force Distribution), sum er ein elektronisk stýring av bremsukraftini millum hjólini. Eisini hevur bilurin eitt »multi-informatiónssystem« við upplýsingum um miðalbensinnýtslu, miðalferð og stýring av radio o.a.
Nýggjur VVT-i motorur
Motorarnir eru heilt nýggir við variablum ventilstýringum, sum Toyota kallar VVT-i teknologi. Úrslitið er ein motorur við meira kraft, brúkar minni og dálkar minni.
Motorurstøddin er eisin broytt, við tað at tann minsti nú er 1.4 ccm. við 16 ventilum og 97 hk., fyrr var 1.3 motorurin tann minsti. 1.6 motorurin við 16 ventilum hevur 110 hk. Seinni í ár kemur ein nýggjur dieselmotorur.
Undirvognurin er strammaður upp, og koyrieginleikarnir eru munandi betri.
12 ára garanti
Bilurin fæst í trimum útgávum, hvat útgerð viðvíkur: Natura, Terra og Sol. Standard útgávan er Natura, við m. a. servostýring forlyktavaskara og »multi informatiónsdisplay«.
Tann næsti er Terra við hita í síðuspeglunum, sentrallási, el-síðurútum framman.
Tann fínasti er SOL við aircondition, fjarstýrdum sentrallásum, el-síðurútum framman og aftan, veloursetrum og tokulyktum framman.
Corolla er ein dygdargóður bilur við trý ára garanti uppá teir mekanisku lutirnar, 3 ára lakkgaranti og 12 ára garanti móti gjøgnumtering av skrokkinum.
Altíð hevur Corolla verið væl móttikin, og Toyota hevur síðan 1966 framleitt yvir 23 milliónir Corolla bilar.
Corolla
Motorar:1.4 ccm4 syl16 V97 hk.
1.6 ccm4 syl.16 V100 hk.
0-100 km/t11.8 sek. (1.4 motorur)
10.0 sek. ( 1.6 motorur)
Trekk:Framman
Dekkstødd:165/70-14 (Natura)
175/65-14 (Terra & Sol)
Bremsur:Skivur framman og aftan
Bensinnýtsla:1.4 ccm. 14.7 km/l
1.6 ccm. 14.3 km/l
Vekt og stødd:
Hb 3/h Lb 5/h Sedan
Eginvekt:1.4 ccm1050 kg1075 kg1025 kg.
1.6 ccm1075 kg1100 kg1050 kg.
Totalvekt:1.4 ccm1575 kg.1575 kg.1575 kg
1.6 ccm.1625 kg625 kg.1625 kg.
Viðførisrúm:281 l372 l390 l
Longd: 412,0 cm429.0 cm.431.5 cm.
Breidd:169.0 cm169.0 cm 169.0 cm.
Hædd: 138.5 cm.138.5 cm.138.5 cm.
Vekt og stødd:
Hatchback 3/hLiftback 5/hSedan
Eginvekt: 1.4 ccm1050 kg1075 kg1025 kg.
1.6 ccm 1075 kg1100 kg1050 kg.
Totalvekt: 1.4 ccm1575 kg1575 kg1575 kg
1.6 ccm1625 kg1625 kg1625 kg.
Viðførisrúm:281 litrar372 litrar390 litrar
Longd:412,0 cm429.0 cm431.5 cm.
Breidd:169.0 cm169.0 cm169.0 cm.
Hædd:138.5 cm138.5 cm.138.5 cm.
Prísir:
1.4 ccm Naturakr. 144.000kr. 154.400 kr. 152.400
1.6 ccm Terrakr. 156.400kr. 166.400 kr. 164.400
1.6 ccm Solkr. 164.400kr. 174.400 kr. 172.400
Søluumboð:
P/F Reyni Service Vegurin langi
FO-188 Hoyvík telefon: 313040