Trý fólk eru nú søgd úr starvi á Fiskamarknaði Føroya. Hetta verður gjørt fyri at laga seg til umstøðurnar.
Tað sigur Fiskamarknaðurin í eini fráboðan í dag, samstundis sum víst verður til broyttar umstøður, ið gera tað neyðugt hjá marknaðinum at gera stórar sparingar, sum eisini fevna um uppsagnir.
Rás2 hitti stjóran á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, seinnapartin í dag, og tá greiddi hann frá, at fiskiskapurin undir Føroyum er minkaður rættiliga nógv seinastu árini.
- Í 2005 vórðu 140.000 tons av botnfiski veiddi undir Føroyum, men í 2013 var talið bert 70.000 tons.
Stjórin í Fiskamarknaði Føroya vísir á, at framleiðslueindirnar í fiskivinnuni eisini eru vorðnar størri, og haraftrat hava tær útvegað sær skip, ið landa beinleiðis til virkini.
Lurta eftir samrøðuni við Jens Christian Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.










