Tað verður nevniliga sum áður, ikki eitt avmarkað úrval av sangum at velja ímillum, ei heldur et tað ein treyt, at tað skal vera ein nýggjur sangur sum ein syngur. Nú ber til at velja sær ein sang líka mikið í hvørjum katagori tað er í, samstundis sum tað bæði kann vera eitt nýtt ella eitt gamalt lag.
Einasta treytin er , at tað bert er hetta eina lagið við í allari kappingini og tað er á enskum (ikki Føroyskt lag). Tvs. at um ein hevur teknað seg til kappingina og valt sær t.d. "Let it be" hjá Beatles kann onkur annar ikki velja hetta lagið eisini.
Tað skal viðmerkjast, at grundin til at Føroysk løg ikki eru við, er tí at tey ikki finnast í databasanum hjá leverandøri. Men um ein ætlar sær við í kappingina og kann framskaffa eitt sokallað "Singbackvertión" sjálvur, er viðkomandi sjálvsagt vælkomin at luttaka, og sama er eisini galdandi um luttakari ynskir at syngja eitt heimagjørt lag. Treytin er í báðum førum, at tað verður útvega á fløgu í nóg góðari góðsku sum skal góðtakast av fyrireikaranum.
Undanumførini av Ársins Songrødd 2004 kappingin verður:
Í Roynhøllini í Hvalba (Suðuroy, Sandoy)
Í Høllini á Nabb (Streymoy, Vágar) 2 umfør
Í Høllini á Kambsdali (Eysturoy, Norðuroyggjar) 2 umfør
Finalan verður í høllini á Nabb.
Ársins Songrødd 2004 byrjar síðst í jan.2004.
Spurningar kunnu sendast til:
spurningar@songroddin.com