Broytta kunngerðin gevur betri kappingarføri

Avgerðin hjá vinnumálaráðnum at broyta útlendingakunngerðina ger føroyskar skipasmiðjur betri kappingarførar mótvegis skipasmiðjum í øðrum londum.

Sambært broytingini kunnu útlendskir skipasmiðir, sveisarar og maskinsmiðir, sum eru starvssettir í útlendskum fyritøkum, sum hava gjørt sáttmála við føroyskar skipasmiðir um umvælingar/viðvíkahald av skipum, koma til landið og arbeiða upp til tríggjar mánaðir, uttan at hava arbeiðsloyvi.

 

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, sigur, at tann gamla kunngerðin var ein forðing fyri virksemið hjá føroyskum skipasmíði, tá hugsað verður um kappingarførið mótvegis útlendskum skipasmiðjurm.  

 

-Tað er eisini komið fyri, at vit hava verið noydd at siga arbeiði frá okkum, tí vit hava ikki havt nóg mikið av fólki við tí rætta førleikanum, og tí viðgerðartíðin av umsóknum um visum til útlendingar hevur verið ov long, sigur stjórin á Mest.

Spurdur, um broytingin í kunngerðini fer at bera í sær, at Mest fer at fáa útlendskar skipasmiðir og sveisarar hendanvegin, sigur Mouritz Mohr, at tað fara tey at gera til brákomnar uppgávur og stórar uppgávur annars.