Óbroytt renta í Evropa

Evropeiski Miðbankin kunngjørdi í dag, at hann broytir ikki rentuna, sum tískil verður verandi 1,0 prosent. Avgerðin hjá Evropeiska Miðbankanum fer helst at hava við sær, at tann danska rentan verður heldur ikki broytt.

Jes Asmussen, búskaparfrøðingur hjá Handelsbanken, sigur í einari viðmerking, at danska rentan lækkaði tvær ferðir í august, og at hon tí neyvan verður broytt nú.

Tann seinasta danska rentulækkingin var tann 27. august, tá rentan lækkaði 0,1 prosent niður í 1,35 prosent.