Broytt og spennandi jólabók

Mín Jólabók er komin út í heilt nýggjum líki. Bókin er nútíðargjørd og nógv meira spennandi at taka í hondina, enn tann gamla var

Arthur Gudmundsen

Mín jólabók, sum flestu familijur keypa hvørjum ári, fæst nú til keyps. Men í ár er jólabókin ikki at kenna aftur.
Fyri nøkrum árum síðani var hon ein lítil, litleys og heldur keðilig bók hjá børnum at lesa. Men nú er hon fylt við litmyndum, sum børnum jú
dámar betur at síggja, enn bókstavarað eftur bókstavarað á eini gráari síðu.
Jólabókin hevur í øll undanfarnu ár bert havt barnasøgur, ævintýr og yrkingar, meðan hon í ár hevur alt hetta, umframt eitt nú uppskriftir uppá jólagóðgætið og jólapynt.
Er tann nýggja jólabókin so betri enn tær fyrru? Jú, tað er hon so avgjørt. Søgurnar eru betri og lættari hjá børnumat lesa, og tær eru sera ymiskar, líka frá stuttum ævintýrum til heldur álvarsligar søgur. Royndir rithøvundar hava gjørt søgurnar, og tær eru allar nýggjar, og serliga gjørdar til Mína Jólabók.
Uppskriftirnar, bæði uppá mat og jólapynt, eru gjørdartil børn og foreldur teirra, og tilfarið til hesar uppskriftir er altsamalt uppruna føroyskt. Eisini er ein skemtilig, vísundalig grein um tey ymisku vættrasløgini í Føroyum.
Mín jólabók hevur altíð havt jólaevangeliið við, sum fastan tátt, og tað er sjálvandi eisini í hesari útgávuni. Nú er tað eisini foreinklað til børn. Jólabókin er býtt upp í 24 partar, men hetta forðar tó ikki lesaranum í at lesa hana í teirri raðfylgju, hann sjálvur vil.
Beinta Johannesen og Elin á Rógvi gjørdu av at fornýggja jólabókina, og tað hava tær klára væl. Elin hevur skrivað nakrar av teimun mongu søgunum, og Beinta hevur gjørt allar tær ymisku tekningarnar. Beinta Johannesen hevur eisini teknað til millum annað, barnakókibókina Matur í myndum. Vónandi klára tær at halda nýggja støði hjá Míni Jólabók, í framtíðini. Jólabókin er farin frá at vera ein gamal, keðiligur siður, sum oftast verður beind burtur, til eina áhugaverda barnabók, sum man gleðir seg til. Mín jólabók er 80 síður, og fæst í øllum bókahandlum fyri 130 kr.