Broytt nevnd í Pedagogfelagnum

Fleiri nýggj andlit fara at mynda Føroya Pedagogfelag komandi árið.

Umframt formansskifti, var eisini nakað av útskifting í nevndini í Føroya Pedagogfelag.

 

Jógvan Philbrow vann við 16 atkvøðum móti Maud Wang Hansen í formansvalinum, og eisini í nevndarvalunum var lítið, sum skilti ymisku valevnini.

 

Nývald í nevndina eru Nikkil Heinesen og Gitta av Kák, ið bæði eru námsfrøðingar. Irdi Lið Gaardlykke, ið er hjálparfólk, varð afturvald í nevndina, eins og Elin N. W. Tausen, men tað vóru Bjarni Beder, sum ikki tók við afturvali, og Marjun E. Petersen ikki. Marjun E. Petersen hevur sitið í nevndini, síðani Jógvan Philbrow fór úr nevndini í fjør, men henni vantaði átta atkvøður, til at vinna sær sess í nevndini aftur í ár.

 

Nýggir tiltakslimir í Pedagogfelagnum eru Sabina Poulsen, námsfrøðingur, Barbara Mouritsen, hjálparfólk, og Katrin Haraldsen, námsfrøðingur.