Broytt navn

Prix Føroyar

Tilmelding og skrá til Prix Føroyar kappingina eru nú komin í rættiliga fasta legu. Tilmeldingin hevur sett met í ár við heili 34 luttakandi bólkum.

Fleiri kend nøvn eru við, men fyri mong eru helst stórur partur av luttakandi nøvnum heilt nýggj og ókend.

Tó kunnu broytingar koma fyri alla tíðina og bólkurin Utenazia hevur gjørt av at broyta navn til tað stutta og greiða 69.

Longu nú frættist um bólkar, sum eru farnir undir harða og miðvísa venjing, so hóast bólkarnir eru ókendir og kanska broyta navn, so verða teir óivað ritaðir í hugaheimin hjá føroyingum, eftir at fyrsta innleiðandi umfar hevur verið 30. januar á Tvøroyri og til 6. mars, tá síðsta innleiðandi umfar er í Klaksvík. Longu nú er greitt, at Utenazia ikki kemur í finaluna, men kanska kemur 69 í endakappingina.