- Sum støðan er nú, er onki annað at gera.
John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, hevur broytt meining um ætlanin at útbyggja flogvøllin í Vágum.
Fyri jól helt hann, at støða eigur ikki at verða tikin til útbyggingina, fyrrenn úrslitið er greitt av eini kanning sum vísir, hvar í landinum tað er best at leggja ein framtíðar flogvøll.
Tann kanningin verður liðug so mikið skjótt, at hóast Løgtingið fer at samtykkja útbyggingina í Vágum endaliga í morgin, eru gravkýrnar neyvan farnar ígongd, áðrenn úrslitið fyriliggur um, hvar í landinum ein flogvøllur liggur best.
Útsetur ein framtíðar flogvøll
Fyri Jól helt John Johannessen, at tað var skeivt at útbyggja flogvøllin í Vágum fyri 400 milliónir, fyrrenn vit vita við vissu, at tað er har, at ein framtíðar flogvøllu liggur best.
- Byggja vit flogvøllin í Vágum út til fulnar, kunnu vit gloyma alt um ein annan vøll tey næstu 40 árini, hóast kanningin skuldi komið til tað úrslit, at okkurt annað stað í Føroyum er betri hóskandi at gera flogvøll á, segði politiski formaðurin í Javnaðarflokkinum fyri jól.
Men nú heldur hann, at tað er rætt at byggjavøllin í Vágum út.
Hann vísir á, at vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt útbyggingina út í æsir og har hava tey eisini tikið atlit til tey ivamál um framtíðarflogvøllin, sum hann sjálvur hevur havt.
Og ein samd vinnunevnd heldur, at flogvøllurin í Vágum skal byggjast út.
Harumframt er útbyggingin blivin nógv bíligari enn væntað og tað er ein orsøk afturat til, at tað er vert at taka av.
Stúrir framvegis
Men hann stúrir framvegis fyri, at hetta fer at kvala alt tos um ein framtíðarflogvøll í Føroyum tey næstu 40 árini.
Tvístøðan, vit standa í, er at byggja vøllin í Vágum út, ella um vit skulu bíða í nógv harrans ár eftir einum nútímans flogvølli, sum støðan í samfelagnum er nú.
Hann vísir á, at undir øllum umstøðum tekur tað fleiri ár at fyrireika ein nýggjan flogvøll.
Hann heldur framvegis, at tað er bæði keðiligt at taka taka avgerð um at byggja flogvøllin í Vágum út áðrenn úrslitið av hinari kanningini fyriliggur.
Hann heldur enntá, at tað er undarligt at Løgtingið ikki kann bíða eftir úrslitinum.
Men hann heldur ikki, at tað er nakar vegur aftur, sum støðan er nú.
Hann vónar bara ikki, at hetta fer at skjóta ein framtíðar flogvøll alt ov langt fram í tíðina.
Les eisini greinina: Flogvøllurin í Vágum ein stór hóttan