Broytt manning á Shell Quick Service

Jan Joensen og Sven Dahl hava nú yvirtikið virksemið hjá Shell Quick Service í Klaksvík, eftir at Dávur Joensen er givin við hesum.

Verkstað
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Dávur Joensen hevur síðan 1985 rikið virksemið hjá Shell-støðini í Klaksvík, men fríggjadagin handaði hann verkstaðið hjá sær yvir á aðrar hendir.
Sáttmálin, sum Dávur Joensen hevði við Føroya Shell um at reka virksemið teirra her í býnum, er nú eisini farin í søguna, og hevur Føroya Shell samstundis keypt sølubúðina, soleiðis at teir nú sjálvir fara at reka støðina.
Fyrr í ár segði Dávur Joensen við Sosialin, at hann helt, at tíðin nú var komin til at gevast.
- Eg havi altíð sagt, at eg skal gevast við at arbeiða, áðrenn eg verði seksti. Nú verði eg 58, so tíðin er komin til at gevast, segði Dávur tá við Sosialin.
Og fríggjadagin í seinastu viku gavst hann sostatt við virkseminum á Shell-støðini, og lat verkstaðið í nýggjar hendir.

Eingin broyting
Jan Joensen hevur tikið yvir tann eina partin av verkstaðnum, meðan Sven Dahl hevur yvirtikið hin partin.
Sven kemur at taka sær av lakeringum og skaðum, meðan Jan tekur sær av tí mekaniska arbeiðinum, so sum at skifta olju, dekk og annað.
Hóast tveir leiðarar nú eru á verkstaðnum, so koma bæði verkstøðini at samstarva um umvælingar av ymsum slag.
- Vit leggja okkum sjálvandi eftir einum góðum samstarvi, soleiðis at kundin ikki nýtist at skilja okkum sum tvey sjálvstøðug verkstøð, greiðir Jan Joensen frá.
Sven Dahl hevur í fleiri ár starvast undir Dávur Joensen, men verður hann nú at meta sum leigari av verkstaðnum. Samstundis hevur verkstaðið eisini fingið nýtt navn, og eitur nú S.D.- lakering.
Jan Joensen hevur í fleiri ár havt egið bilverkstað, og hevur sostatt fleiri royndir innan hetta økið.
Í eini 10 ár átti hann egið bilverkstað, sum tók sær av lakeringum av bilum, men herfyri seldi hann hetta verkstað. Ístaðin fór hann undr at selja bilar og dekk, og hevði ætlanir um at byggja eitt nýtt høli, har hann kundi skipað virksemið sítt.
- Men tað er vónleyst at fáa hendur á nøkrum grundstykki í Klaksvík. Tá eg so sá, at Shell lýsti eftir nýggjum leiðara her í Klaksvík, valdi eg at bjóða meg fram, greiðir Jan Joensen frá.
Fríggjadagin fekk Shell soleiðis tveir nýggjar leigarar í Klaksvík, men sum Sosialurin skilur, verða ikki nakrar stórvegis broytingar á skránni.
- Vit koma at reka verkstaðið eftir sama leisti, sum Dávur gjørdi. Lærlingarnir halda eisini fram, og ongar stórvegis broytingar eru í væntu, sigur Jan.
Hann leggur tó afturat, at sjálvur fer hann at leggja seg meir eftir at selja dekk og annað tilhoyr, umframt at verkstaðið nú eisini fer at bjóða bilar til sølu.