Óbroytt kringvarpsgjald

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, boðar frá, at kringvarpsgjaldið verður ikki hækkað. Kringvarpið væntar eitt hall upp á 5 milliónir í 2009 og hevur heitt á landsstýriskvinnuna um at hækka kringvarpsgjaldið fyri 2009. Men sambært landsstýriskvinnuni, er vánaliga búskaparstøðuna orsøkin til, at tað hvørki verður hildið ráðiligt at hækka kringsvarpsgjaldið ella at játta Kringvarpinum eina upphædd á fíggjarlógini. Í samgonguskjalinum stendur annars, at kringvarpsgjaldið verður endurskoðað, og hetta arbeiðið eigur at byrja beinanvegin, sigur landsstýriskvinnan.