Fiskidaganevndin hevur í samband við tilmælið fyri fiskiárið 2011/2012 gjørt kanningar millum fiskimenn og -kvinnur, sum er týðandi partur av tilmælinum hjá nevndini.
- Kanningin bendir á, at útlitini fyri komandi ár eru góð, og at útlitini fyri toskastovnini framvegis eru góð. Hýsustovnurin er framvegis illa fyri, tó at ábendingar eru um glottar. Upsastovnurin er framvegis hampiliga væl fyri. Støðan hjá fleiri av hinum týðandi fiskasløgunum er eisini hampiliga góð, meðan verri stendur til hjá summum fiskasløgum.
Fiskidaganevndin vísir í sínum tilmæli á, at støðan við æti inni á landgrunninum er í ár eitt sindur verri enn í fjør.
- Bæði kanningin hjá fiskidaganevndini og kanningin av plantuæti á Lívfiskastøðini í Skopun, sum Havstovan ger, vísa, at minni er til av æti inni á landgrunninum. Víst verður í samrøðukanning á, at fiskurin inni undir landi er rak, og lítið av æti er at síggja. Kanningin vísir tó, at støðan við æti úti á er góð. Nógv æti er í fiskinum, og fiskurin er feitur, sigur fiskidaganevndin.
Nevdin er samd um at mæla til óbroytt fiskidagatal fyri komandi fiskiár.
- Tilmælið er grundað á, at nevndin mælir til varsemi, hóast veiðiorkan í flotanum er minkað. Verður ein framhaldandi minking í veiðiorkuni, eigur at verða umhugsað at hækka fiskidagatalið aftur, sigur fiskidaganevndin, sum nú er komin við sínum tilmæli til landsstýrismannin, Johan Dahl.