Í samband við útoyggja- og summarstevnuna við Gjógv í vikuskiftinum, eru ferðsluviðurskiftini í norðara parti av Eysturoynni broytt.
Vegurin millum Eiði og íbindingina omanfyri Funning, verður einsrættaður móti Eiði. Steðgi- og parkeringsforboð er galdandi eftir øllum vegunum úr Eiði til Gjáar og víðari til Funnings. Eisini er steðgi- og parkeringsforboð frá Landsvegnum (10) til Funningsfjørð. Harumframt er koyriforboð í Gjáar bygd, tó undantikið tey akfør, ið hava koyripass.
Parkerast kann á Eiði og í høgru síðu frá Funningsfirði til Funnings.
Bussar koyra millum Eiði og Gjógv og millum Funningsfjørð og Gjógv.
TRÝST HER fyri at síggja eitt yvirlit yvir ferðsluviðurskiftini.