Hetta sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen, nú Chevron takkar fyri seg.
Petur Joensen sigur seg hava skilt aktuellu støðuna hjá Chevron soleiðis, at tað í løtuni ikki hóskar inn í arbeiði hjá felagnum at vera her. Men afturfyri passar hetta væl inn í strategiina hjá eitt nú StatoilHydro.
-Hvørt oljufeløg velja at arbeiða her, veldst í stóran mun um, hvussu prospektiviteturin hóskar til aktuellu strategiina hjá oljufeløgunum. Og viðurskiftini broytast bæði viðvíkjandi prospektiviteti og strategi, so tað er ilt at spáa, hvat seinni kann henda.
Eitt sterkt felag og hvat so!
-Er tað gott ella ringt fyri leitingina her, at so fá feløg eru eftir og at eitt felag tískil kemur at fevna um so mong loyvi?
-At eitt felag blívur sterkt kann ganga báðar vegir. Ein kann siga, at samráðingarliga stendur tað so sterkari mótvegis myndugleikunum, men tað kann eisini vera til gagns, at eitt felag, sum hevur nógva vitan uppá tvørs yvir allan landgrunnin, fær gagnnýtt ta vitanina.
-Sær tú ongar vandar í tí, at so stórur partur av leitingina liggur mest sum bara á einum felag?
-Sjálvandi er tað óheppið, um tað felagið so vendir tummilin niðureftir. Og tað setir tað í eina sterka støðu. Hinvegin er tað ikki sterkari enn so, tí økini eru áhugaverd, og í so máta standa vit sterk, tí vit hava eina áhugaverda vøru at selja. So javnvágin man vera í lagi.
Uppá fyrispurning um StatoilHydro hevur havt ella fær fyrimunir av at fylla so nógv sigur Petur Joensen, at tað hevur tað ikki.
-Av og á eru treytirnar vit seta oljufeløgunum uppi at venda, her ikki minst kravið til keikantin. Kunnu slík krøv gera sítt til, at eitt nú feløg sum BP og nú eisini Chevron rýma?
-Tað hava vit ikki havt kenslu av. Man hoyrir onkuntíð feløg nevna, at keikantskravið ger tað trupult at virka her. Kann vera at fólkini, sum arbeiða við hesum, kunnu kenna tað sum eina forðing, men avgerðin, um man er í einum øki ella ikki, verður tikin á hægri stað. Er prospektiviteturin til staðar og passar inn í strategiina, so haldi eg ikki, at okkara treytir eru so avskrekkjandi, kanska tvørturímóti.
Petur Joensen heldur avgjørt, at Føroyar framvegis standa sterkar í eini samráðingarstøðu í sambandi við leiting á landgrunninum, tí vit hava nakað at selja. Men enn fleiri feløg gevast her, so verður tað sjálvandi ein steðgur í men neyvan verður tað endin á leiting við Føroyar
Stjórin á Jarðfeingi heldur vit nú eiga at geva komandi brunninum, sum ENI fer at bora á Anne Marie leiðini í apríl næsta ár ans. –Vit eru sera spent uppá henda brunnin.
Loyvini
Annars henda alla tíðina broytinar ella ajourføringar í einum leitiøki, eisini tí føroyska.
Loyvi 007 er sum flestum kunnugt latið innaftur. Tað var har BP boraði Williambrunnin.
Loyvini 013 og 014, sum Geysir og Atlantic Petroleum standa fyri eru júst longd. Feløgini hava ynski at halda fram og hava lagt arbeiðsprogram fram fyri eini leinging av loyvunum.
Hesi loyvi eru í fyrsta umfari longd fram til 2011 við møguleika at longja tey tvey ár aftrat til 2013. Treytin fyri at leingja er at arbeiðsprogrammini eru nøktandi, og tað váttar Petur Joensen, at hesi eru. Feløgini hava tó ikki bundið seg til nakra boring.
Eitt annað loyvi, sum er longt, er loyvi 002 hjá Føroya Kolvetni, sum liggur tætt upp at Tornadobrunninum, ið varð boraður herfyri og vísti seg at goyma kolvetni.
Cambo
Gitt hevur verið, at Cambofeltið, sum varð funnið fyri fleiri árum síðani, møguliga gongur tvørtur um markið. Hetta er sjálvandi eitt mál, sum Jarðfeingi tekur í størsta álvara. Sum skilst er hetta eitt av málunum, sum fólkini í Jarðfeingi tosa um í løtuni.
Ein áseting er annars í landgrunnssáttmálanum, sum Føroyar og Bretland hava gjørt, har tað stendur, at tað er upp til føroyingar eisini at taka mál upp, sum m.a. kunnu snúgva seg um fund, sum ganga tvørtur um mark.
-Er hetta ikki nakað fyri okkara myndugleikar at kanna spurdu vit Petur Joensen. Hann vil ikki gera nakra viðmerking til tað málið í løtuni.