Avgerðin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at útseta kunngerðina um hjáframleiðslu úr djórum broytir einki viðvíkjandi seyðaskinnunum Tað broytir einki fyri føroyskar útflytarar av seyðaskinnum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, hevur broytt kunngerðina um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki eru ætlað til matna.
-Kann ein útflytari vísa á eitt land, sum ikki krevur kliniska kanning av seyðaskinnum, skulu vit saktans geva heilsubáttan. Men eg veit ikki um nakað land, sum ikki krevur ta blástemplingina, sum vit ikki kunnu geva, sigur landsdjóralæknin, Birna Mørkøre, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hon sigur, at fortreytirnar eru ikki broyttar, og hon sær onga broyting fyri sær, hóast landsstýrismaðurin broytir kunngerðina. Birna Mørkøre sigur, at tað var ein feilur, at nakað av seyðaskinnum longu eru útflutt til Turkalands.