Broytingaruppskot burturvíst

Eitt uppskot um, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í Fólkakirkjuni, bleiv vrakað í Løgtinginum fyrrapartin. Tað vóru umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum í mentanarnevndini, sum høvdu skotið upp, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í Fólkakirkjuni.

Men tað kundi Løgtingið ikki góðtaka, tí eitt tílíkt uppskot er í stríð við stýrisskipanarlógina. Tí bleiv við 20 atkvøðum fyri og 10 ímóti samtykt at vísa broytingaruppskotinum burtur.

Í viðmerkingunum til uppskotið hjá meirilutanum stendur kortini, at tá løgmaður tilnevnir landsstýrismenn, eigur hann at hava kirkjuliga tilknýtið hjá landsstýrismanninum í kirkjumálum í huga.