Broytingartíðir í Kringvarpinum

KVF skal hava nýtt stýri, nýggjan stjóra, nýggjan tíðindaleiðara og nýggjan mentanarleiðara.

 

Tað eru umbroytingartíðir í Kringvarpi Føroya í hesum døgum. Nógv órógv hevur verið í longri tíð í samband við orrustuna millum fyrrverandi stjóran, Johnny í Grótinum, og fyrrverandi tíðindaleiðaran, Liljuna Weihe. Endin, ella í øllum førum fyribils endin, á tí søguni er, at Kringvarpið nú søkir eftir nýggjum stjóra og at Liljan Weihe aftur hevur fingið at vita, at hon ikki verður sett í starv sum tíðindaleiðari aftur.

 

Í morgun bórust tíðindini um, at Barbara Samuelsen fer í farloyvi úr Kringvarpinum, tí hon skal taka við starvinum sum stjóri í Kunningarstovuni í Havn. Hetta merkir, at KVF má søkja eftir nýggjum mentanarleiðara, í øllum førum til tey bæði árini, sum Barbara Samuelsen er í farloyvi.

 

Og at enda, so er skeiðið hjá hesum stýrinum runnið við ársenda. Bjørn Kalsø setti núverandi stýri í januar 2015, og tí skal Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, velja nýtt stýri at taka við frá januar 2019.