Broytingartíð

Áhugin hjá útlendsku oljufeløgunum fyri Føroyum er stórur. Fyri kortum lat Saga Petroleum upp skrivstovu í Føroyum og í dag lata tey fýra stóru oljufeløgini í »The Faroes Partnership« upp skrivstovu í havn.

Í dag lata fýra stór oljufeløg upp skrivstovu í Havn. Talan er um »The Faroes Partnership«, umboðandi feløgini Amerda Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo. Ein kann spyrja, hvat nýtt og áhugavert er í hesum, tí tað er einki óvanligt í tí, at vinnulívsfyritøkur lata upp skrivstovur í høvuðsstaðnum.


JÚ her er ein munur. Og hann er tann, at júst hendingin í dag er kanska eitt ítøkiligt tekin um, hvønn veg tað ber á oljuøkinum. At fýra so stór oljufeløg festa røtur her á landi merkir væl, at tey hava stórar vónir til, at olja og gass finst við Føroyar. Aðrastaðni í verðini, har feløg arbeiða í nýggjum økjum, plaga tey vanliga ikki at lata upp egnar skrivstovur fyrr enn tey hava fingið ein lisens ella hava funnið olju.


FYRI kortum lat norska oljufelagið SAGA sum tað fyrsta útlendska oljufelagið upp skrivstovu í Havn, og har tað eisini eru sett fólk, harímillum føroyingar at arbeiða. Ein kann so siga, at munurin nú og tá er tann, at hesaferð er tað eitt oljusamtak við fýra oljufeløgum, sum ger av at lata upp skrivstovu í Føroyum og seta fleiri fólk í arbeiði. Og talan er um risastórar fyritøkur eftir føroyskum málistokki.


EINGIN ivi er um, at hendingin í dag, markerar eina byrjan til eina nýggja tíð í Føroyum. Hon signalerar, at ein heilt nýggj vinna stendur fyri framman. Her skulu vit tó gera okkum púra greitt, at eingin eigur at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Og tað eiga føroyingar eisini at gera sær greitt. Áhugin fyri at leita eftir olju við Føroyar merkir ikki, at olja er her. Men so stórur er hesin áhugi og so nógv olja er longu funnin beint við markið, at nógv bendir á, at tað eisini finnast oljukeldur á føroyskum øki. Tann sannroynd, at oljufeløg í dag bora á djúpum vatni stutt frá føroyska fiskimarkinum, sigur okkum, at oljuvinnan nærkast Føroyum við fullari ferð. Skuldi tað hent, og tað er tað sum stór oljufeløg sum Mobil, Conoco og Arco í løtuni vilja finna fram til, at olja verður funnin við markið, so kann ein bara ímynda sær møguleikan fyri, at oljukeldurnar - feltini um ein vil - eisini ganga inn á føroyskt øki.


SAMANUMTIKIÐ kann sigast, avgerðin hjá teimum fýra oljufeløgunum at lata upp skrivstovu í Havn og tann sannroynd, at stór altjóða oljufeløg í løtuni bora beint upp at tí føroyska markinum, eru álvarsligar ábendingar um, at Føroyar ikki bert eru á veg inn í eina nýggja øld, men eisini inn í eina nýggja tíð, har ein oljuvinna fer at fáa stórar avleiðingar fyri alt samfelagið - uppá gott og ilt. Nú ræður so um at brúka allar kreftir - vit og skil - til at benda útviklingin tann vegin, at árinið á samfelagið og fólkið her býr, verður positivt og gott. Tað er lættari sagt enn gjørt, men tað er so upp til okkum sjálvi at avgera. Vit og aleina vit kunnu stýra útviklinginum, men til tess at kunna tað mugu vit eisini útbúgva fólk og alla tíðina hava tamarhald og stýring á útviklinginum. Eingin løtt uppgáva, nei, men landið - undirgrundin - er okkara - og viljin er okkara. Livst so spyrst.