Hyggur ein eftir áskriftum í Hósvíkar Kirkju, eru nógvar teirra skrivaðar á donskum. Hetta er ongantíð broytt, hóast málsligu møguleikarnir eru til tess. Nógv kend føroysk skriftstøð liggja í hesum áskriftum, og Jógvan Mørkøre heldur tað vera týdningarmikið, at føroyskt í talu sum í skrift sleppur framat.
? Hví skal mann ikki broyta tað, ið hevur verið danskt fyrr, nú vit hava møguleikarnar, spyr broytingarsinnaði bygdarráðsformaðurin í Hósvík.
Jógvan Mørkøre er ikki valdur politiskt í bygdarráðið í Hósvík, men í landspolitiskum høpi, er hann javnaðarmaður. Hansara persónliga hugsan um Javnaðarflokkin er, at flokkurin er farin ov langt móti sambandinum.
Taki undir við
Høgna Hoydal
? Eg haldi tað vera rætt, at kanna viðurskiftini við danir. Tað er ongin loyna heldur, at eg eri tilhangari av teoriini hjá Høgna Hoydal. Latið okkum sleppa Niður at samráðast við danir, og lat okkum síggja, hvat tað er, ið kemur á borðið. Vit eiga ikki at ganga og sjabba aftur og fram, um hvat er rætt og hvat er skeivt, og hvat man burdi og ikki burdi. Lat okkum síggja úrslitið fyrst; tann dagin kunnu vit taka støðu. Ber tað til at gera hetta, sum tjóðveldismenn siga, so haldi eg, vit skulu gera tað?
? Er úrslitið hinvegin, dødens pølse, sum danir plaga at taka til, so mugu vit framvegis vera í onkrum samstarvi við danir, sigur Jógvan Mørkøre, ið somuleiðis heldur tað vera stórt spell, at Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal í ein ávísan mun koyra púra einsamallir við hesum máli, meðan Javnaðarflokkurin ikki í nóg stóran mun hevur megnað at sett egin fingramerki á.
Jógvan Mørkøre heldur tað undir øllum umstøðum vera harmiligt, at farið er út millum fólk við eini ræðuherferð. Hann heldur, at tað ber til nýta politisku eydnusøgurnar úti á summum bygdum sum statsrættarliga próvgrund fyri, at tað ikki altíð eru tær stóru eindirnar, ið klára seg best.