Einki er at siga til, at føroysku venjararnir vóru fegnir, tá dómarin hevði bríkslað seinasta bríkslið í dystinum móti Ísrael.
Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so gjørdist talan jú um føroyskan sigur í einum óvanliga spennandi dysti, men í hálvleikinum sá tó ikki so ljóst út.
Rógvi Nielsen, sum er annar av venjarunum hjá Føroyum, viðgekk eisini, at teir als ikki vóru nøgdir við avrikið fyri steðgin.
- Eg má nokk siga, at har varð tosað við stórum stavum í steðginum. Fyrst og fremst, so var boðskapurin, at tá tú spælir á landsliðnum, so mást tú tora at skjóta. Uttan skot fært tú einki mál, tað er so sera einfalt.
- Og so gjørdu vit eisini nakrar justeringar í verjupartinum. Vit settu Unu og Gurið inn, tí tær kanska betri megnaðu at fáa fatur á hasari nummar 17 hjá teimum, og tað riggaði framúr. Tað eiga tær eitt velduga stórt heraklapp fyri.
Men tit tykjast framvegis at hava trupulleikar við brotskøstunum. Nú í tveimum dystum hava tit bara skorað sjey av fimtan brotskøstum. Er tað nakað, sum tú kanst arbeiða við?
- Tað veit eg ikki. Vit kunnu ikki gera stórt annað, enn at lata fleiri leikarar royna seg, og tað hava vit so eisini gjørt. Kanska eru tað bara nervarnir, sum gera um seg, tí leikararnir enn hava ov fáar royndir, men tað fæst so ikki at vita enn. Men hvat. Tað skal jú eisini vera spennandi at hyggja at, segði ein flennandi Rógvi Nielsen at enda.










