Fótbóltur
Áðrenn eitt nýtt ár byrjar, er altíð tíð at endurskoða tað farna, og í so máta er fótbóltsárið einki undantak. Hetta hava ymsu feløgini sjálvandi eisini gjørt, og í bæ´ði GÍ og B36 hevur hetta givið úrslit í nøkrum ætlaðum broytingum.
Væði feløgini hava lagt fram uppskot um broyting í unglingadeildini, og hóast tey ikki eru eins, so kann aðalfundurin væl samtykkja bæði.
Í B36 tykjast tey vera bangin um, at dystartalið hjá unglingaleikarum gerst ov høgt, um øll liðini verða koyrd í ein bólk. Hetta tí nógvir av unglingaleikarunum eisini taka lut í vaksnamannakappingini, og saman við dystunum í unglingakappingini kann talan tá lættliga gerast um einar 40 dystir um árið.
Tí leggur B36 fram uppskot um, at kappingin í unglindeildini verður skipað í tveir bólkar.
Broyta aldursreglurnar
Í GÍ er tað ikki heilt tann sami trupulleikin, sum hugsað verður um. Ásannandi av, at í fleiri av smærru feløgunum er neyðugt at taka leikarar upp av dreingjaliðnum til unglingadeildina, vilja gøtumenn broyta reglugerðina soleiðis, at eisini eldri leikarar kunnu vera við.
Sambært uppskotinum skal hvørt felag hava møguleika at nýta upp til tríggjar eykaleikarar frá besta liðnum, sum eru omanfyri unglingaaldur, men sum ikki komu inn á vøllin fyri besta liðið. Hetta skal tryggja eykaleikarum á bestu liðunum meira spælitíð, samstundis sum hesir kunnu menna leikararnar í unglingadeildini, og feløgini sleppa harafturat undan at taka leikarar upp av dreingjaliðunum.
Hendan skipanin er annars eisini nýtt í Onglandi, tó at talan har er um tveir vaksnar leikarar, sum kunnu spæla við unglingaliðnum, og verður hetta ofta nýtt til eykaleikarar ella til leikarar, sum eru í ferð við at koma seg eftir ein skaða.
Eisini hevur GÍ lagt fram uppskot um, at í yngru deildunum skal tað vera skúlaflokkurin og ikki føðingarárið, sum ger av, í hvørjari deild leikarar skulu leika. Hetta fyri at betra um sosiala partin av yngru kappingunum, har tað annars kann koma fyri, at leikari noyðist at spæla í aldursbólki, sum antin er oman- ella niðanfyri bólkin, har allir floksfelagarnir spæla.










