Beint áðrenn evstamark eydnaðist tað okkum at fáa hendur á Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Hann sigur, at hann ikki metur, at tað fer at ganga so illa útyvir Tvøroyrar kommunu, sum kommunan sjálv vil vera við.
?Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu býtið millum kommunur og landið verður í sambandi við broytingarnar í fólkapensjónini, men tað er givið, at allar broytingar fara at ávirka bæði land og kommunu, sigur Karsten Hansen.
Tvøroyar Kommunu hevur eisini fingið rættiliga fitt av stuðli í sambandi við landsvegagrunnin.
Hvussu býtið verður millum land og kommunu verður væntandi greitt í nærmastu framtíð, men landsstýrismaðurin vil ikki siga nakað, hvussu hann væntar, at úrslitið verður.
Karsten leggur dent á, at ætlaðu broytingarnar eru ein stórur bati fyri fólkapensjónistar. Serliga teir, sum eru ringast fyri fáa ágóðan av hesum.