Landsstýrismaðurin við heilsumálum heldur, at tað er sera óheppið, at ein persónur fer av landinum fyri at fáa neyðugu hjálpina.
? Eg kenni eitt sindur til hetta málið, og tað, sum eg havi fingið at vita um trupulleikan, so er tað, at tað ber ikki til at lata hjálp í heiminum. Hetta hava vit ikki havt heimild til, men eitt uppskot um at broyta pensjónslógina er í tinginum, og verður hon samtykt, sum tað sær út til í løtuni, so kunnu vit í framtíðini veita hjálp í heiminum eisini, sigur Sámal Petur í Grund.
? Tað er ótrúliga keðiligt, at ein persónur kennir seg noyddan til at fara av landinum fyri at fáa neyðuga hjálp. Rokningin kemur til Føroya fyri hetta, og tí eiga vit at hava sama tilboð í Føroyum.
? Tað sum eg kenni til hetta málið, so er tað hjálpin í heiminum, sum hevur verið trupulleikin, og tað kunnu vit loysa, tá tingið gevur okkum heimild til tað, sigur Sámal Petur í Grund.