Ung undir 18 ár fáa serstakt atgonguarmband, ið lættir um aldursmetingina, á atgongumerkinum verður ávarað um, at sjónliga ávirkað fólk sleppa ikki inn á konsertøkið og plássið á konsertøkinum verður tillagað.
Tað eru broytingarnar í Tórshavnar kommuna og fyriskipararnir av Voxbotn eru vorðin samd um, aftaná at eftirmetingarfundur hevur verið millum kommununa, fyrireikararnar, avvarðandi myndugleikar, samarittarnar og øðrum av ársins Voxbotn.
Nógv hevur verið kjakast um ársins tiltak, aftaná at politiið hevði úr at gera at hjálpa ungum, ið høvdu fingið ov nógv at drekka, og var hetta eisini eitt av evnunum á fundinum. Kommunan vísir á, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ið Voxbotn ikki er einsamalt um.
- Sjálvt um myndugleikar og felagsskapir í mong ár hava arbeitt miðvíst við rúsdrekkafyribyrging millum ung, so eru framvegis avbjóðingar við nøkrum blaðungum niður í 13-14 ára aldur, sum ganga drukkin í býnum eisini vikuskiftiskvøld, skrivar kommunan á heimasíðuni torshavn.fo.
Les eisini: Nógv full ung fólk: Hetta hevur verið syrgiligt at uppliva
Á fundinum bleiv eisini upplýst, at samarittarnir høvdu munandi fleiri skrásettur hjálparuppgávur í ár enn undanfarin ár. 68 hjálparveitingar vóru í ár, meðan 37 vóru í fjør. Upplýst verður eisini, at sjúkrabilar høvdu tríggjar koyringar, harav ein teirra var vegna rúsdrekka.

Broytingar verða framdar næsta ár

