? Eg rokni við at gera eina ella tvær broytingar, segði Jógvan Martin Olsen eftir venjingina í gjár. Okkurt bendir tó á, at Andrew fer at byrja inni í staðin fyri Símun. ? Tað vera ikki tær stóru broytingarnar. Men eg rokni tó við, at vit gera eina ella tvær broytingar. Tað segði Jógvan Martin Olsen við Sosialin í gjár, eftir at venjingin var liðug og hann var sloppin undan teimum mongu georgisku tíðindafólkunum, sum eisini høvdu verið og eygleitt venjingina.
Landsliðsvenjarin vildi ikki siga, hvørjar hesar broytingarnar vóru, men tá landsliðið vandi í gjárkvøldið, var okkurt, sum bendi á, at Andrew av Fløtum fer at byrja inni í álopinum. Hann spældi nevniliga undir liðini á Rógva Jacobsen undir venjingini. Nógv bendi harafturat á, at Christian Høgni Jacobsen fór at byrja á vinstra vongi í staðin fyri Símun Samuelsen.
Landsliðsvenjarin metir annars, at landsliðið er munandi betri fyri nú, enn tað var fyri einum ári síðani, og tí heldur hann, at vit ikki eiga at rokna við einum stórtapi sum í fjør, tá Georgia vitjaði í Føroyum.
- Nei, tað vóni eg ikki. Upp á onkran máta meti eg okkum vera betri fyri sum hópur. Vit hava nógv størri møguleikar at stilla liðið og hava fingið týðandi leikarar við okkum, vísir Jógvan Martin Olsen á.
Hvussu verður og ikki fáa vit at síggja kl. 17.00 í dag, tá Føroyar fer á vøllin í Tbilisi ímóti vertunum, Georgia.










