Smyril Line
Smyril Line fær eitt nýtt andlit úteftir. Norski Jan Walle, sum síðani 1. apríl hevur stjórnað felagnum, verður nú avloystur av Thomasi Magnussen.
Thomas Magnussen er 43 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur. Undan nýggju setanini á Smyril Line hevur hann verið stjóri á Skeiðsdeplinum. Fyri hetta hevur hann verið stjóri á Strandfaraskipum Landsins, eins og hann í átta ár var stjóri á Lønardeildini undir Fíggjarmálastýrinum.
Edvard Heen varð valdur í nevndinia í felagnum, tá Klæmint Weihe fyrr í ár fór frá sum nevndarformaður. Hann varð valdur av Trygggingarfelagnum, sum umvegis sín eigaraskap velur ein nevndarlim. Edvard Heen hevur seinastu 12 árini røkt ymiskt størv innan norsku fíggjar- og KT-vinnuna.
Framtaksgrunnurin størstur
Umframt umskipanirnar í leiðsluni, hevur er partapeningurin hjá felagnum hækkaður. TF-Holding og Framtaksgrunnurin hava sett 15 mió kr. í hvør, og eru tey eisini størstu partaeigararnir.
Framtaksgrunnurin stendur nú fyri á leið 35% av partapeninginum í felagnum. TF-Holding hevur 25%, meðan luturin hjá hetlendska Menningargrunninum nú er á leið 17%.
Fyrr í ár var annars talan um, at hetlendski parturin skuldi økjast við 50 mió kr. Hetta var tó treytað av, at Smyril Line keypti seg inn sum høvuðspartaeigari í norska Fjord-Line. Tann handilin varð tó av ongum, og tí fall tilsøgnin úr Hetlandi aftur. Hetlendingum stóð eisini í boði at verða partur av kapitalhækkanini, sum nú er gjøgnumførd, men teir ynsktu ikki at taka av hesum, varð upplýst á tíðindafundi, sum Smyril Line hevði í dag.