Nevndin fyri Vinnuframagrunnin hevur seinastu tíðina arbeitt við at broyta reglugerðina fyri grunnin soleiðis, at arbeiðið skal gerast lættari.
- Størsta broytingin er helst, at kunngerðin er broytt soleiðis, at vit nú sjálvi seta umsitingina. Talan er ikki logur um ein stjóra, men í staðin hava vit sett ein samskipara, ið er eitt bindilið millum umsøkjaran og stýrið sjálvt, sigur Regin Weihe Dalsgaard, nevndarformaður fyri grunnin.
Hetta merkir, at samskiparin skal virka sum in ráðgevi hjá teimum, ið søkja um stuðul úr grunninum.
- Nú eru so broytingar gjørdar í grunninum, og nú ber rættiliga til at fara til arbeiðis. Ætlanin hjá okkum er nú, at leggja okkum longur fram í virðisketuna og stuðla marknaðarføring meira, at fáa føroyingar út í heim at selja. Talan er um verkætlanir, sum hava ein fakura í hinum endanum, sigur Regin Dalsgaard.
Føroyingar eru óførir til at menna eina rúgvu av hugskotum, og ætlanin er nú at stuðla teimum hugskotunum, sum hava altjóða potentiali.
- Tað eru fólk við góðum hugskotum sum hava altjóða potentiali, men sum tørva ein styrk til marknaðarføring, ið ætlanin er at stuðla, sigur Regin Dalsgaard.
Vinnuframagrunnurin hevur longu í ár stuðlað ávísum verkætlanum, og tað vísir seg, at áhugin er rættiliga stórur fyri at søkja um stuðul úr grunninum. Eisini heldur formaðurin, at tað er vorðið lættari at sleppa fram at grunninum eftir, at broytingarnar eru gjørdar.
- Ja, avgjørt. Vit hava fingið eina rúgvu av umsóknum, og fólk tykjast hava fingið størri áræði. Tað kann jú eisini vera, at grunnurin ikki hevur verið nóg sjónligur áður. Fólk koma nú eisini inn og geva eina munnliga frágreiðing til stýrið, so vit kunnu geva teimum eina ábending um hetta er nakað at fara víðari við, sigur Regin Dalsgaard.
fimm milliónir
Ætlanin við broytingunum er eisini, at gera grunnin minni bureaukratiskan, og at fólk skulu fáa skjótari svar.
- Vit hava fund einaferð um mánaðin, og er tað nakað átrokandi kunnu vit taka ein eykafund. Fólk skulu fáa skjótt svar, hægst 14 dagar eftir, at umsóknin er viðgjørd, sigur Regin Dalsgaard.
Grunnurin fær 4,2 milliónir krónur á fíggjarlógini, men harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ á 50 milliónir krónur, so við rentum frá tí ræður grunnurin yvir fimm milliónum krónum um árið at stuðla við.
- Vit hava sett á stovn ein ráðgevingarbanka við tí endamáli at ráðgeva umsøkjarunum. Á tann hátt kunnu tey gagnnýta stuðulin munandi betri enn um tey bert fingu ein kekk í hondina, sigur Regin Dalsgaard.
Fremsta málið hjá Vinnuframagrunninum er, at stuðulin, ið verður latin, skal síggjast aftur í føroyska samfelagnum.
- Bæði vit í stýrinum fyri grunnin, men eisini politiski myndugleikin, sum játtar pengarnar á fíggjarlógini, skulu verða nøgd við verkætlanirnar, sigur Regin Dalsgaard.