Ólavur í Beiti
Tað er nevnd undir Meginfelag Útróðrarmanna sum hevur heitt á fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen um at seta henda arbeiðsbólkin at meta um møguleikar eru fyri at gera broytingar í skipanini um mánaðarligan minstaforvinning.
Setningurin hjá arbeiðsbólkinum er at meta um møguleikarnar fyri at gerða broytingar í skipanini við inntøkutrygd til útróðrarmenn, sum kunnu bøta um inntøkutrygdina hjá teimum sum hava útróður sum høvuðsvinnu og einshátta almennu skipaninar, ið hava við inntøkuviðurskifti/skatt/ALS v.m. hjá útróðrarmonnum at gera, tó uttan at skipanin samanlagt verður dýrari.
Í arbeiðsbólkinum sita 4 umboð fyri Meginfelag Útróðrarmanna og 3 umboð fyri Fiskimálastýrið, men ynskir arbeiðsbólkurin at gera nakað við ALS og skattaviðurskifti, er gjørligt at fáa umboð fyri Fíggjarmálastýrið við eisini.
Ikki kosta meiri
Í stuttari viðmerking, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at hann hevur einki ímóti at gera broytingar, men tær skulu ikki kosta pening.
? Tað er nógv sum Meginfelag Útróðrarmanna hevur víst á, sum kann broytast, men felags fyri allar broytingar er, at tær fara at kosta, men um tað finnast broytingar, sum samanlagt ikki koma at kosta meiri, havi eg einki ímóti at tær verða framdar, sigur fiskimálaráðharrin.
Nær arbeiðsbólkurin skal verða liðugur, er ikki greitt.