Broytingar í sigling hjá skipafelagnum

Lómur og Blikur fara nú at sigla til Fredrikstad í Noregi

Farmaflutningur

Sum ein partur av broytingunum, ið framdar eru á rutunum hjá Skipafelagnum Føroyar, gevst felagið at sigla til Hundested á Sælandi og Fredericia í Jútlandi. Góðsið haðani verður framyvir koyrt í bingjum og trailarum til Århus.
Lómur og Blikur fara í staðin at sigla til Fredrikstad í Noregi.
- Hesar broytingar eru ein framhaldandi liður í menningini og langtíðarætlanini hjá Skipafelagnum í Norðurlondum, sum er at fullnýta tilfeingið og samstundis geva okkara viðskiftafólkum eina betri tænastu, sigur felagið.
Skipafelagið fer framyvir soleiðis at hava tvær havnir í Danmark. Lómur/ Blikur fara úr Århus hóskvøld og síðani úr Hirtshals seinnapart fríggjadag til Føroyar. Góðafoss/ Dettifoss fara úr Århus heim til Føroya fríggjakvøld.
- Við at varðveita bæði bingjuflutning og plattaflutning hevur felagið góðar møguleikar at veita viðskiftafólkum sínum, sum hava ymiskar tørvir, eina betri tænastu, heldur Skipafelagið Føroyar.