Í kappingini at finna ársins bestu songrødd eru nakrar broytingar
gjørdar. Tað fyrsta umfarið hevur verið í Havn, men nú verður umskipað
eitt sindur fyri nøkur av teimum komandi umførunum.
Tað er nú avgjørt, at finalan ?Ársins Songrødd 2003? verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 24.mai.
Ætlanin
var, at finalan skuldi verið ikki so langt burturi ? nevniliga í
høllini á Kambsdali. Fyrireikararnir og Mentanarhúsið hava eisini gjørt
avtalu um, at innleiðandi umfar fyri eysturoynna eisini skal vera í
Mentanarhúsinum, og hetta umfarið verður tann 3.mai. Sum áður nevnt, so
verður finalan hildin tann 24.mai sama stað.
Mark Joensen, fyrireikari, sigur, at teir hava tikið hetta stigið fyri at fáa góðskuna so góða sum gjørligt.
?Mentanarhúsið í Fuglafirði er eitt frálíkt stað, og vit vilja hava so góðar karmar sum gjørligt, sigur Mark Joensen.
Ikki eins nógv rúmast í Mentanarhúsinum sum í ítróttarhøllini, men hetta má mann so víkja fyri góðskuni, heldur Mark Joensen.
Býta um
Undanumfarið
fyri Vágarnar og umfarið fyri Eysturoynna, sum altso nú verður í
mentanarhúsinum í Fuglafirði, hava býtt um pláss. Allir luttakararnir
í Vágunum hava longu fingið boðini.
Sostatt verður komandi
leygarkvøld tann 12.apríl næsta umfarið í Àrsins Songrøødd í
Bygdarhúsinum í Miðvági. Tiltakið byrjar kl. 23:30 og endar kl. 03:30.
Ársins songrødd 2003 fær, umframt heiðurin, tíggju túsund krónur. Nummar tvey og trý fáa ávíkavíst fimm- og trýtúsund krónur.
Og so skal tað eisini við, at Guðrun Sólja Jacobsen í 2001 tryggjaði sær sigurin í kappingini, um tað kann freista nøkur.
Fimm
undankappingar eru eftir. Stóri áhugin í høvuðsstaðnum ger, at eitt
umfar afturat verður í Badmintonhøllini 10. mai. Finalan verður 24.
mai. Raðfylgjan er hendan:
Miðvágur Bygdarhúsið 12.apríl
Hvalba Roynhøllin 21.apríl (2. Páskakvøld)
Fuglafjørður Mentanarhúsið 3.mai
Havn Badmintonhøllin (2. umfar) 10.mai
Klaksvík Kí-høllin 17.mai