Broytingar á pensjónsøkinum

Tíðindaskriv frá Almanna- og Heilsumálastýrinum

 

Gjørt skal vera vart við, at við løgtingslógunum nr. 3 og 4 frá 25. jan. 2001 eru gjørdar nakrar broytingar á pensjónsøkinum, sum fáa gildi frá komandi útgjaldi.

Sjúkrakassaviðbótin (160 kr. / mðr.) er ikki longur at finna, sum ein sjálvstøðug viðbót, men er løgd innaftur í vanligu viðbótina, sum er hækkað tilsvarandi.

Allar viðbøturnar er somuleiðis hækkaðar við 4%.

Annars eru reglurnar fyri barnaviðbótini broyttar soleiðis, at ein pensjónistur fær eina barnaviðbót pr. barn undir 18 ár, um so er, at barnið ikki uppiheldur sær uttanfyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlógini. Eru bæði foreldrini pensjónistar fáa tey eina viðbót í part, og ikki bert eina sum frammanundan.

Viðv. fólkapensjónini og lægstu fyritíðarpensjónini er annars einans talan um smærri broytingar í upphæddunum, og tí skuldu hesir bólkar ikki merkt nakran serligan mun í útgjaldinum.

Viðv. miðal og hægstu fyritíðarpensjón er viðbótin nú býtt sundur í eina viðbót og eina avlamisviðbót, harav tann seinna er skattafrí og ikki-inntøkuávirkað. Hetta merkir, at fyri flestu pensjónistarnar í hesum bólkunum skuldi talan gjørst um eina ávísa hækking í útgjaldinum.

Tann inntøkan, sum pensjónisturin kann hava umframt pensjónina, uttan at hetta ávirkar upphæddina er broytt til 21.400 kr. og 42.800 kr. fyri ávikavist fólka- og fýritíðarpensjónistar.

Eisini er avlamisveitingin innførd aftur fyri tey, sum læknaliga lúka treytirnar fyri at fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, men sum ikki kunnu fáa pensjón orsakað av ov høgari inntøku.

Tá talan er um fulla (óskerda) pensjón eru mánaðarligu upphæddirnar frammanundan skatti:


stakur: giftur: giftur ikki-penjónisti*:


Fólkapensjónistur: 6.046 kr. 4.678 kr. 5.534 kr.


Hægsti fyritíðarpensjónistur: 10.258 kr. 9.000 kr. 9.856 kr.


Miðal fyritíðarpensjónistur: 7.459 kr. 6.425 kr. 7.281 kr.


Lægsti fyritíðarpensjónistur: 5.439 kr. 4.333 kr. 5.189 kr.


Viðv. bólkinum giftur ikki-pensjónisti er talan um persónar, sum innan 1. jan. 2000 fingu pensjón og longu tá vóru giftir einum ikki-pensjónisti.