Bæði innan yrkisútbúgvingarnar og innan tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru broytingar framdar, sum fáa virkna komandi skúlaár.
Tað, sum kallaðist SIT og yrkisútbúgvingar, verður nú lagt saman í eina skipan, sum nú eitur Tekniskt Yrkisnám. Tað merkir, at skúlagongdin er tann sama, uttan mun til, um tú er næmingur ella lærlingur á læruplássi. Tekniskt Yrkisnám er: Timbur, el, bilsmið, metal, hárfríðkan, klædnaatstøði og matvøruatstøði.
Við nýggju skipanini verður eisini møguleiki at taka FHS uppá tvey ár, ístaðin fyri eitt ár. Tó kann FHS framvegis eisini takast uppá eitt ár.
Tey, sum fara á gymnasialu miðnámsskúlarnar eftir summarfrítíðina fara á eina nýggja breytaskipan. Talan er um eina broytta gymnasiala miðnámsskúlaskipan, soleiðis at nú ganga øll í somu skipan, men á ymiskum breytum. Breytirnar eru 6 í tali: Búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt. Allar breytir hava somu felagslærugreinir, umframt breytalærugreinir og vallærugreinir.
Á www.breyt.net ber til at lesa meira um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, og eisini er møguleiki at royndarvelja, so tú longu nú kann gera tær eina mynd av, hvussu tú kundi hugsað tær, at títt gymnasiala miðnámsprógv kemur at síggja út um trý ár.
Verandi næmingar á útbúgvingunum gera seg tó lidnar eftir gomlu skipanini.