Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni hjá Betri deildini hjá monnum. Hetta orsaka av víðari luttøku í Europa League hjá KÍ og HB, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Við sigrum á Tre Fiori úr San Marino og FK Riteriai úr Litava, hevur KÍ spælt seg víðari til 2. umfar í Europa League. Í næstu viku og í aðru viku er 2. umfar í Europa League á skránni, og millum liðini, ið skulu á altjóða vøllin, eru KÍ og HB.
Klaksvíkingar skulu royna seg ímóti sveisiska liðnum, FC Luzern, meðan HB skal møta Linfield FC úr Norðurírlandi. Hetta hevur samstundis við sær, at neyðugt er at gera broytingar í leikskránni fyri komandi umførini í Betri Deildini hjá monnum.
Týsdagin 23. juli klokkan 16:45 spæla HB og Linfield FC á Ovara vølli í Gundadali, og hósdagin 25. juli klokkan 19:15 hittast FC Luzern og KÍ á Swissporarena í Luzern. Returdystirnir verða spældir hósdagin 1. august. Klokkan 18:00 spæla KÍ og FC Luzern á Svangaskarði, og klokkan 19:45 spæla Linfield FC og HB á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi.
15. umfar:
KÍ – B36 útsettur til 21. august
16. umfar:
NSÍ – KÍ útsettur til 18. september
HB – TB framskundaður til 27. juli
17. umfar:
ÍF – KÍ útsettur til 5. august
HB – B36 útsettur til 5. august
19. umfar:
KÍ – Skála framskundaður til 17. august