Broytingar í landsliðsúttøkuni

Bárður Mortannson hevur brotið beinið, og Óli Johannesen hevur givið avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum. Fyrbils er bert Rúni Elttør innkallaður í teirra stað, men talan er eisini um at innkalla Jonhard Frederiksberg úr Skála

Fótbóltslandsliðið

Tá føroyska fótbóltslandsliðið fríggjadagin fer á venjingarlegu, verður tað í øllum førum við tveimum broytingum í mun til tær, sum upprunaliga vóru ætlaðar.
Sum vit skrivaðu í mikudagsútgávu okkara, so hevur Bárður Mortansson brotið beinið, og tí er so ikki gjørligt hjá honum at vera við. Enn er ikki endaliga greitt, hvør verður úttikin í hansara stað, men sum skilst, er ætlanin at fáa Jonahrd Frederiksberg í hansara stað. Verður hetta so, so er Jonhard fyrsti leikarin, sum umboðar Skála á landsliðnum.

Óli til Kina?
Hartil er nú eisini greitt, at ferðalagið noyðist at vera mest roynda føroyska landsliðsleikaran fyriuttan. Óli Johannesen hevur givið avboð til ferðina, tí hann ikki hevur umstøður til hetta í løtuni, og í hansara stað eru boð send eftir Rúni Elttør úr KÍ.
Júst hví Óli Johannesen ikki hevur stundir til landsliðið í løtuni, tykist eitt sindur ógreitt. Frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at landsliðsleikarain møguliga skal til royndarvenjingar hjá einum felag í Kina, men sjálvur hevur Óli so onga viðmerking til hetta. Fyri stuttum var annars frammi, at Óli Johannesen skuldi royndarvenja í Skotlandi, og hóast tíðindini vórðu váttað frá fleiri síðum, og Óli enntá eisini stóð á flogvøllinum við ferðaseðlunum í hondini, so varð tað av ongum.
Sum sagt, so tykist eingin av hava nakra almenna viðmerking til hesi tíðindini, men landsliðið fer altso avstað til Spania fríggjadagin, og verður burturi í góða viku. So tað er lítið at ivast í, at eru hald í tíðindunum, so verður meira at frætta um hetta í komandi viku.