Broytingar kunnu væntast á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum

Veðrið hevur gjørt, at Strandfaraskip Landsins hevur havt fleiri avlýsingar á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum seinastu dagarnar. Strandferðslan vantar fleiri avlýsingar eisini í fyrra parti av komandi viku

Sambært veðurforsøgnum boðar hann frá nokk so fitt av vindi mánadagin, týsdagin og mikudagin, og longu nú boðar Strandfaraskip Landsins frá, at broytingar ella avlýsingar kunnu væntast á øllum Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum hesar dagarnar.