Í § 2 stk. 1. stendur:
?Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði?
Sum dømi uppá avgerðandi broytingar kann nevnast at 1. januar ár 2000 kom nýggj pensiónslóg í gildi.
Sosialráðgevarafelagið ásannar, at ein nýggj lóg vil viðføra ymiskar trupuleikar. Í sambandi við nýggju pensiónslógina, hava sosialráðgevarar á pensjónsdeildini merkt hetta sera týðuliga og er hetta serliga orsakað av, at lógin var ov illa umhugsað og kanska eisini tí at ongin av teimum, sum arbeiða, við hesum dagliga, vórðu hoyrd.
Sosialráðgevarafelagið harmast um, at tað lóggevandi valdið ikki hevur nøktandi innlit í avleiðingarnar, tá avgerðandi lógarbroytingar verða framdar. Tann 3. Januar ár 2000 stóðu sosialráðgevarnir á Almannastovuni við ábyrgdini av fylgjunum av broytingunum, sum Almanna- og Heilsumálastýrið tók ein av síðstu døgunum í Desember. Soleiðis varð ábyrgdin flutt frá Almanna- og Heilsumannastýrinum yvir á Almannastovuna.
Talið av pensjónistum í Føroyum er í dag: fólkapenjónistar 5577, avlamispenjónistar 2089 íalt 7666 pensjónistar.
Á pensjónsdeildini eru 11 starvsfólk. Harav eru 3 sosialráðgevarar, umframt deildarleiðaran sum eisini er sosialráðgevi. Síðan nýggja pensjóslógin varð sett í verk, hevur verið telefonstormur á Almannastovuni, og hevur starvsfólkið á pensjónsdeildini ikki gjørt annað seinasta mánaðin enn at greiða fólki frá pensiónsútgjaldingum og hevur ongin tíð verið til annað arbeiði.
Tað at fleiri broytingar eru gjørdar aftaná at lógin varð sett í gildi hevur viðført, at sosialráðgevarnir á pensjónsdeildini, sum umsita lógina hava kent seg ørkymlaðar og máttleysar, og vóru boðini til viðskiftafólkini tí ymisk frá degi til dags. Hetta viðførir so aftur, at viðskiftafólkini missa álitið á okkum sum sosialráðgevarar.
At Almanna- og Heilsumálastýrið setir eina slíka lóg í verk, uttan at fylgja mannagongdini sambært § 2 stk. 1 í Starvsmannalógini, fær avleiðingar. Tað setir stór krøv til sosialráðgevarnar, tá grundarlagið (lógir og siðvenja) í dagliga arbeiði teirra broytist avgerandi og sum í hesum føri talan er um eina nýggja lóg, ið vísir seg ikki at vera nøktandi. Avleiðingarnar eru at sosialráðgevararnir vera ovbyrjaðir og viðførir hetta, at tænastustøðið lækkar munandi og tí eisini okkara umdømi sum fakbólkur.
Áðrenn avgerðandi broytingar viðvíkjandi arbeiðsgongd, umsiting ella lóggávu fara fram, eiga viðkomandi fakbólkar at verða hoyrdir. Sosialráðgevarafelagið metir, at vit við okkara innliti og vitan innan almannaøkið, kunnu verða ein stuðul tá ið fyrireikingar og broytingar skulu fremjast á almannaøkinum.
Vinarliga
Sosialráðgevarafelag Føroya









