Broytingar hjá Jacques

Fríggjakvøld verða nú meira føroysk í Jacques

Føroyska tilhaldsstaðið við Nørreport broytti herfyri navn frá JackWays til Jacques.
Fríggjakvøldið hevur Jacques verið útleigað til Club Schhhh, sum hevur spælt nógv øðrvísi tónleik, enn leygarkvøldini bjóða á Jacques.
Hetta er nú liðugt. Fríggjakvøld vil live tónleikur verða spældur Jacques. Nú fríggjakvøldið verða tað Pætur við Keldu og Eyðun Nolsøe, sum fara at spæla.
Seinni út á náttina verður diskotek., har Eyðfinn Drewsen fer at velja løgini.
Jacques sýnir annars báðar landsdystirnar hjá Føroyum - móti Íslandi og Týsklandi.