Tað sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn, við Sosialin í dag.
Hann sigur, at húsprísirnir eru farnir uppeftir við fúkandi ferð seinastu fimm árini, men í januar í ár var tað sum sølan steðgaði á.
Færri íbúðir og sethús verða seld og tað sá út, sum marknaðurin var og er í einari bíðistøðu, sigur hann við Sosialin.
– Fleiri orsøkir eru til tess, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í meklarafyritøkuni.
Hann nevnir fyrst og fremst broytingarnar í rentustøðinum. Rentan er hækkað. Millum annað sæst tað á vanligum realkredittlánum yvir 30 ár. Har er rentan farin úr einum ella 1,5 prosenti til tvey til 2.5 prosent.
– Tað eru sjálvandi nógv sløg av rentum, men tær flestu renturnar hækka, sigur hann.
Stjórin í Skyn sigur eisini, at serliga januar var ávirkaður av, at so nógv korona herjaði í landinum, men tann ávirkanin sæst ikki nú.
– Afturfyri hava vit fingið kríggj í Evropa. Tað ávirkar og fer helst at ávirka uppaftur meira. Fólk og eisini fyritøkur halda aftur við íløgum, tí tey vita ikki, hvørjum kríggið millum Russland og Ukraina fer at enda við, sigur Petur Mohr Niclasen.
Hann vísir tó samstundis á, at eftirspurningurin eftir íbúðum framvegis er stórur.
-Tilflytingin stendur enn við. Tað flyta eini 800 fólk til Føroya um árið og hava gjørt tað í fleiri ár. Tað verður sjálvandi bygt nakað, men als ikki so nógv at tað nøktar eftirspurningin eftir bústøðum, sigur hann.
Eitt annað, sum hevur eyðkent sethúsamarknaðin seinastu árini, eru høgu prísirnir.
– Tað er vorðið munandi dýrari at byggja, tí bæði tilfar og lønir eru nógv hækkað, men vit vita eisini at tað er ein samanhangur millum rentustøði og prísin. Er rentan lág eru prísirnir høgir, men hækkar rentan, so stagnera prísirnir ella lækka, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn











