Nógv føroysk skip og bátar nýta hesa satelitnavigatiónsskipan.
Broytingin hendur klokkan 01.00 føroysk tíða náttina til sunnudag 22. august. Hetta svarar til kl. 24.00 Universal Time (U.T.C.)
Broytingin kann hava við sær, at nøkur GPS tól steðga upp ella fara at vísa skeivt.
Av trygdarorsøkum eiga tí báta- og skipsleiðslur at taka góðar og tryggar knøttstøður áðrenn kl. 01.00 náttina til sunnudag og út frá hesum royna GPS tólini aftaná, fyri at staðfesta um alt er sum tað skal vera.