Broytingar í donsku stjórnini

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur gjørt av at umskipa stjórnina. Orsøkin er fyrst og fremst, at Birthe Rønn Hornbech, ráðharri í iinnflytaramálum, fær sekkin. Í tíðindaskrivi sigur forsætisráðharrin, at ráðstovan hjá Birthe Rønn Hornbech hevur sýtt statsleysum palestinum danskan ríkisborgararætt, hóast teir sambært ST-reglum hava rætt til ríkisborgararætt.

Harafturat sigur forsætisráðharrin, at Fólkatingið hevur ikki fingið ta røttu kunningina um málið, og at ein óvildug kanning tí verður gjørd.

Samstundis hevur Tine Nedergaard gjørt av at fara úr embætinum sum kenslumálaráðharri.

Lars Løkke Rasmussen segði fyrrapartin, at hann fer seinni at boða frá, hvussu stjórnin verður broytt, nú Birthe Rønn Hornbech fer frá.

Donsku fjølmiðlarnir vænta, at Søren Pind, ráðharri í menningarmálum, fer at umsita innflytaramál, og at Peter Christensen, framsøgumaður hjá Vinstra, verður kenslumálaráðharri.