Broytingar í Champions League

Lond hava verið ónøgd við, at tey stóru londini fáa ov nógv lið beinleiðis í kappingina. Nú ætlar franski formaðurin so at taka ónøgdina til sín, og broyta kappingina.

 

Platini heldur, at broytingin ikki skal ganga út yvir stórar fótbóltstjóðir sum Ongland, Italia, Spania, Týskland og Frakland. Tó ætlar hann sær at noyða t.d. trið- og fjórðbesta lið í landinum í ein undandyst, har vinnarin vinnur sær luttøku í kappingini.

 

Hann vil eisini fáa eina størri breidd í kappingina, við at ikki taka fjórðbestu liðini í teimum stóru londunum fram um eitt nú meistarinir í Póllandi, Kekkia og Danmark.