Broytingar í B36

Enn er spæliloyvið hjá nýggja nigerianska áleyparanum ikki komið í rættlag. Og sum skilst er tað upp á tal, at annar av nýggju ungverjunum fer av landinum aftur

Fótbóltur

 

B36 og NSÍ spæla í kvøld framskundaða uppgerð í Formula-deildini.

B36 verður av fleiri mett sum liðið, ið er viknað mest í vetur, men Óli Hansen hjá NSÍ metir kortini, at talan er um eina av teimum heilt truplu uppgávunum.

- Enn taka vit ein dyst í senn, sigur Óli Hansen við einum skeivum smíli.

- Men tað er einki at ivast í, at vit síggja hetta sum eina av teimum heilt truplu uppgávunum. Á útivølli móti B36 hevur talan aloftast verið um sera tættar dystir hjá okkum, og tí hevur ein møguligur sigur stóran týdning fyri okkum, sigur Óli Hansen.

NSÍ hevur allar mans tøkar til uppgávuna í dag.

Hjá B36 er Ingi Højsted ikki við, nú hann er skaddur. Hinvegin høvdu teir í árstalsfelagnum vónað, at spæliloyvið hjá nýggja nigerianska áleyparanum var komið í rættlag, men hann verður so ikki tøkur í kvøld. Og talan verður kanska samstundis um seinasta dystin hjá Tamas Nagy. Hann kom til B36 í vetur, men sum skilst, so er hann ikki longur partur av framtíðarætlanunum hjá felagnum.