Diplomatar í Norðurkorea siga, at í seinastuni hava myndugleikarnir tikið fleiri myndir av landsins leiðara, Kim Jong-il, niður. Talan er serliga um myndir, sum hava hingið á almennum støðum í høvuðsstaðnum Pyongyang.
Diplomatarnir halda ikki, at Kim Jong-il er á veg úr norðurkoreonsku leiðsluni, men at talan heldur er um eina roynd hjá myndugleikunum at fáa fólk at gera minni burtur úr leiðaranum og á tann hátt at rudda slóð fyri búskaparligum nýskipanum. Kim Jong-il tók við sum leiðari í Norðurkorea í 1994, og tað sigst, at hann fleiri ferðir hevur sagt seg vera ímóti teimum nógvu myndunum av sær.
Ein útlendskur diplomatur í Pyongyang sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at ein ávísur spenningur hevur verið í býnum seinastu dagarnar. Hann heldur hetta vera eina ábending um, at eitt ella annað er í umbúna, og at okkurt fer at henda á tí politiska økinum um stutta tíð.










