Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at orsakað av konsertini við Creamy, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi, er dysturin millum H71 og VÍF, fluttur.
Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi leikast 19. februar kl. 16.00. Hetta er nú broytt, soleiðis at dysturin ístaðin verður mikudagin 23. februar kl. 19.45