Løgtingið gjørdi í 2002 ymsar broytingar í rentutryggingarlógini. Tann broyting, sum hevur týdning fyri arbeiðsgevarar og løntakarar, er broytingin viðvíkjandi frádrátti fyri eftirlønarinngjøld hjá løntakarum.
Arbeiðsgevarar skulu nú gjalda løntakarans part av eftirlønargjøldum uttan um afturhaldsskipanina til eftirlønarkontu hjá løntakarum.
Av tí at eftirlønargjøld nú verða goldin óskattað inn á eftirlønarkontu, skulu løntakarar ikki longur draga hetta gjald frá skattskyldugu inntøkuni.
Løntakarar, sum hava arbeiðsgevaraeftirlønarskipan og bert hava A-inntøku og ongan skattligan frádrátt, sleppa soleiðis heilt undan at lata sjálvuppgávu inn. Teir fáa framskundaða skattauppgerð, sum Toll- og Skattstovan ger út frá upplýsingum í skattaskráunum.
Flestu arbeiðsgevarar hava tillagað seg eftir hesari broyting, men enn eru tó nakrir, sum ikki hava gjørt tað. Toll- og Skattstovan fer tí at heita á hesar arbeiðsgevarar, sum ikki hava broytt mannagongd, at fáa hetta í rættlag beinanvegin.
Víst verður til lógarbroyting, løgtingslóg nr. 40 frá 26.03.2002 um broyting í rentutryggingarlógini við gildi frá 10.04.2002.