Broyting í lóg um kringvarpsfígging

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava nú lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um Kringvarp Føroya. Í lógarupskotinum stendur millum annað, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um, ein nýggjur sáttmáli skal gerast um skyldurnar hjá Kringvarpinum, og so skal ein Miðlagrunnur skipast, har allir fjølmiðlar kunnu søkja um fígging úr.

Kringvarpsgjaldið verður lagt um til eina samhaldsfasta fígging, eins og t.d. gjaldið til Samhaldsfasta, og kravt inn umvegis skattaskipanina. Og peningurin verður hildin burtur frá fíggjarlógini.

Allir borgarar, bæði tey, sum forvinna sína inntøku í Føroyum og tey, sum forvinna sína inntøku uttanlands, rinda 0,58 prosent av síni skattskyldugu inntøku í kringvarpsgjaldi – ístaðin fyri núverandi skipan, har øll húsarhald rinda 3.625, krónur árliga.

Øll húski, sum hava inntøku undir 625.000 kr. árliga, fáa við hesum ein lætta í kringvarpsgjaldinum. Hetta eru 60% av føroysku húsarhaldunum. Tey húski, ið hava eina árliga inntøku omanfyri 625.000 kr., gjalda eitt sindur meira. Grundarupphæddin í fólkapensjónini og lestrarstuðulin eru skattafríar upphæddir, og tí verður ikki rindað kringvarpsgjald av teimum inntøkunum.

Kringvarpið fær við uppskotinum eitt bøtt og tryggari fíggingargrundarlag, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Við hesum skal samstundis nýggjur sáttmáli gerast um tær public-service skyldur, ið Kringvarpið eigur at røkja fyri alt samfelagið og fyri alt landið.

Í verandi skipan við kringvarpsgjaldi er inntøkan 46 mió. kr. árliga, meðan sveiggjandi inntøkur sum eydnuspøl og lýsingar fíggja restina. Nýggja skipanin gevur áleið 57 mió. árliga í kringvarpsgjaldi, meðan spøl og lýsingar so koma afturat.

Skotið verður upp, at inntøkur Kringvarpsins frá handilslýsingum verða settar í ein Miðlagrunn, har allir fjølmiðlar kunnu søkja stuðul úr til at framleiða væl lýstar miðlauppgávur. Í uppskotinum verður mælt til, at Mentanargrunnurin umsitur og avgreiðir umsóknir til Miðlagrunnin.