Ein broyting er gjørd á farleiðini hjá leið 3 í Hoyvík í sambandi við, at innkomuvegurin er latin upp.
Koyrt verður eftir Flatarvegnum niðan Millum Gilja, men í staðin fyri at koyra oman aftur eftir Flatarvegnum, heldur leiðin áfram niðan á innkomuvegin og koyrir eftir honum oman Sundsvegin og síðan víðari eftir ferðaætlanini.
Broytingin er galdandi frá mánamorgninum 7. juli – altso longu í morgin.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.