Veðurfrøðingarnir lovað illveður leygardagin. Regn og nógvur vindur eru alt annað enn góðir karmar, tá um frælsan ítrótt ræður. Tí er avgjørt at útseta kappingina á Svangaskarði, sum skuldi verða leygardagin 27. september til sunnudagin 28. september kl. 14.00.
Tilmeldingarfreistin verður eisini longd til fríggjakvøldið kl. 23.00.