Broyting er á báðum liðunum

KÍ hevur broytt í vinstru, og HB hevur broytt í høgru

Klokkan 18 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í Gundadali, har tað verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum HB og KÍ.

Sammett við í 4-0 sigrinum á Argjum sunnudagin er KÍ liðið broytt á tann hátt, at Ísak Simonsen er framrættaður síðuspælari í vinstru í staðin fyri Jonn Johannesen.

Sammett við í 3-0 sigrinum á Eiði sunnudagin er HB liðið broytt á tann hátt, at Jógvan Rói Davidsen er vongverji í høgru, og Hørður Askham er fluttur inn í miðverjuna í staðin fyri Brynjar Hlöðversson, sum er á miðvøllinum í staðin fyri Andreas Breimyr og Dan í Soylu, sum avloysti skadda Breimyr longu í 41. minutti.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali. Tað er eitt høgættarlot, men tað bilar ikki, tí høgættin er tiltikin góð í høvuðsstaðnum og í Gundadali.

Tað ber til at fylgja við her á in.fo

http://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=595&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=f7ea119d4907ec53a0a24544022a0d0d

 

HB – KÍ kl. 18.00

Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen – Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen, Símun Samuelsen – Ari Mohr Olsen

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsøe Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ólavur Niclasen – Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen